Tíðindi

Foreldraviðtalur

Góðu foreldur.

Sum áður skrivað, bjóða vit til foreldra/kunningarfund mánakvøldið hin 31/8 kl 19.00-20.30.

Skráin er hendan:

·         Vit bjóða vælkomin -vit siga frá hvørji vit eru

·         Tvey foreldraumboð skulu veljast

·         Vit greiða frá gerandisdegnum í forskúlanum-frítíðarskúlanum

·         Ymiskt

Fundurin verður inni í forskúlanum og ynskiligt er at tit taka atlit til korona støðuna.

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

 

Blíðaru heilsur

Guðrun, Katrin og Annika.